Høgni Lisberg stovnað tónleika publishing felag

13.02.2021 - 17:09
InnlendisVinna
Høgni Lisberg stovnað tónleika publishing felag
- Um mín tónleikur kann brúkast í sjóvarpsrøðum, spølum og líknandi, so kann annar føroyskur tónleikur eisini brúkast til tað, heldur stovnarin.

Best kenna vit Høgna Lisberg sum tónleikaran, ið hevur givið nakrar av bestu føroysku plátunum út seinastu skjótt 20 árini, síðani hann debuteraði við "Most beautiful things" í 2003.

Fleiri av sangunum hjá Høgna Lisberg er eisini farnir rættiliga víða í altjóða tónleikaheiminum, eitt nú "Bow Down" av útgávuni "Haré Haré" frá 2008, sum varð brúktur í  heimskenda NBA-spælinum í bæði 2011 og 2016 útgávunum.

Júst sína vitan um møguleikarnar at fáa sangir í lýsingar, sjónvarpsrøðir, spøl og líknandi, hevur Høgni Lisberg nú brúkt til at stovna Føroya fyrsta publishing felag, Mahogni Music Publishing, ella stytt MMP.

HOYRA HØGNA LISBERG GREIÐA FRÁ UNDIR MYNDINI

 

Tónleikanøvnini, sum higartil hava gjørt sáttmála við í Mahogni Music Publishing, eru:

  • Jógvan
  • Sverri
  • Lea Kampmann
  • Døgg Nónsgjógv
  • VSJ
  • Elinborg
  • Marius Ziska
  • Son of Fortune
  • Ave
  • Benjamin
  • Sakaris
  • Ragnar Ólafsson (íslendingur)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852