Onnur skulu ikki taka avgerð fyri SEV

19.02.2021 - 13:35
InnlendisSamfelag
Onnur skulu ikki taka avgerð fyri SEV
Kommunufelagið vil hava bygnaðarbroytingar í interkommunala felagsskapinum
Kommunufelagið skjýtur nú upp at gera bygnaðarbroytingar í SEV

Bygnaðarbroytingarnar í SEV skulu syrgja fyri, at tað verður SEV, sum tekur avgerðir um framtíðina hjá interkommunala felagsskapinum, og ikki onnur.

Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, eftir eykaaðalfundin í SEV fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Í nyggju nevndini í SEV sita Sonni L. Petersen fyri Eysturoynna, Odmar á Lakuni fyri Norðoyggjar, Haraldur S. Hammer fyri Norðurstreymoy, Poul D. Klementsen fyri Sandoynna, Niclas Hentze fyri Suðuroy, Kári Johansen fyri Tórshavnar kommunu og Sune Jacobsen fyri Vágar.

Nevndin skipar seg sjálv.

Bjarni Árting Rubeksen tók myndirnar á eykaaðalfundinum hjá SEV fyrrapartin.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454