SEV: Soleiðis fer pumpu- og framleiðsluskipanin at ávirka umhvørvið

SEV: Soleiðis fer pumpu- og framleiðsluskipanin at ávirka umhvørvið
Ein meting er gjørd um, hvussu tað ávirkar umhvørvið, nú SEV ætlar at byggja eina pumpu- og framleiðsluskipan í Vestmanna
Ein meting er gjørd um, hvussu tað ávirkar umhvørvið, nú SEV ætlar at byggja eina pumpu- og framleiðsluskipan í Vestmanna
Mynd: SEV  
 
14.03.2022 - 07:35

Umhvørvisstovan skal góðkenna umhvørvisárinsmetingina, áðrenn SEV fær loyvi til at brúka pumpu- og framleiðsluskipanina. 

Skipanin fer at pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali upp í byrgingina á Mýrunum, tá yvirskot er av vindorku. 

Vatnið á Mýrunum verður síðani leitt í vatnturbinur til at gera streym.

Soleiðis virkar ein pumpuskipan:

Framleiðslan verður 55 gigawatttímar um árið, okkurt um helvtin av vatnorkuframleiðsluni seinastu árini.

Ein tunnil skal sprongjast frá eystara parti av byrgingini í Heygadali og niðan á Mýrarnar. 

Pumpu- og framleiðsluverkið verður 400 metur inni í einum tilgjørdum helli við síðuna av tunlinum. 

Byrgingarnar verða ikki broyttar, og meira vatn verður ikki leitt til teirra. 

Byrging, SEV

Frítekst tagging: 

 

350.000 rúmetrar av gróti

Tann sjónligi parturin av nýggja verkinum verður ein atkomuportalur í Heygadali, lúkuhús við bæði vøtnini og munnin til ein útlíkningartunnil. 

350.000 rúmmetrar av leysum gróti koma burturúr at gera tunnil og verkhelli. 

Avlopsgrót verður lagt á tvey øki í Heygadali og við Stigsá í 350 metra hædd. 

Grótrúgvurnar verða lagaðar til lendið og áskot lagt omaná. 

Um so er, at avtakari fæst til grótið, verður upprunaliga lendið endurskapað. 

 

Einki skal hoyrast til verkið

Sambært umhvørvismetingini, sum SEV hevur gjørt, verður nakað av ristingum frá spreinging og gangur frá koyring av gróti har nærhendis, meðan verkið verður bygt. Tá verkið er farið í gongd, hoyrist einki til tað. 

Ávirkan verður á fuglalívið á staðnum í byggitíðini, tí nógv ferðslu verður.

Grótrúgvurnar fara at taka búøki frá fugli.

Mett verður, at ávirkan á plantur og skordjór er avmarkað.

Fuglateljingar gerast

Fyri at kanna, um fuglalívið er broytt í økjunum, verður fuglateljing gjørd aftur nøkur ár eftir at verkætlanin er liðug.

Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar og almenningur hoyrast. 

Freistin at koma við hoyringarsvari er 11.apríl.

 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098