Vinnuhúsið: Koppsett eiga at fáa framíhjárætt

bannari
01.03.2021 - 15:23
Innlendis›Samfelag
Vinnuhúsið: Koppsett eiga at fáa framíhjárætt
Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk fáa lagaligari treytir enn tey, sum bara hava fingið fyrra prikið
Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum

Arbeiðsgevarafelagið biður nú myndugleikarnar skipa mannagongdir, tilmæli og ráðgeving um, hvussu samfelagið skal skipast øðrvísi, so hvørt sum alsamt fleiri fólk eru liðugt koppsett fyri korona.

Felagið er av tí áskoðan, at tey koppsettu eiga sjálvandi at sleppa at gera alt tað, sum verður mett at vera nóg trygt. Antin tað so er at ferðast um føroyska landamarkið við lagaligari treytum, ella at savnast á matstovum og til tiltøk í størri bólkum enn ókoppsett kunnu.

– Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri, at liðugt koppsett fólk í eitt tíðarskeið fáa lagaligari treytir enn tey, sum ikki eru liðugkoppsett sigur Arbeiðsgevarafelagið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037