Óvissa ávirkaði ikki hugin at stovna vinnufeløg

Óvissa ávirkaði ikki hugin at stovna vinnufeløg
367 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2021
Í fjør og í fyrraárið valdaði nógv óvissa í vinnuni, men áhugin at stovna vinnulig feløg minkaði ikki.
 
17.05.2022 - 08:14

Hóast nógv óvissa var hjá vinnnuni í 2020 og 2021, er áhugin hjá føroyingum at stovna vinnulig feløg ikki minkaður, skrivar Vinnuhúsið.

Sambært Skráseting Føroya vóru stovnað 367 partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg í 2021. Í 2020 vóru stovnað 293 feløg og í 2019 var talið 269. 

Í 2017 kom lógin um íverksetarafeløg í gildi.  Eitt íverksetarafelag er eitt serligt smápartafelag, sum kann stovnast við einari krónu í byrjanarkapitali.

 

Eisini nógv íverksetarafeløg

Og nógv íverksetarafeløg eru stovnað. Tey vóru 97 í 2017, 110 í 2018, 269 í 2019, 293 í 2020 og 367 í fjør. 

Feløg vera eisini strikað. Síðani 2018 eru 50 iverksetarafeløg strikað í vinnuskánni.

Men strikaðu partafeløgini og smápartafeløgini eru færri nú.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037