Norröna umbygd fyri 100 mió. kr.

02.03.2021 - 10:58
InnlendisVinna
Norröna umbygd fyri 100 mió. kr.
Leygardagin fer hon aftur í sigling millum Danmark, Føroyar og Ísland
Norröna, tá hon kom til Hirtshals í morgun
Mynd: Nordsøposten  

Norröna kom til Hirtshals í morgun, eftir at verða umbygd og nútímansgjørd í Munkebo á Fjóni, og skipið fer leygardagin aftur at sigla millum Danmark, Føroyar og Ísland.

Tvey dekk eru sett oman á skipið, á øðrum eru 50 nýggj kømur og á ovasta dekkinum, sum er dekk 10, er nýggj matstova gjørd.

Umbyggingin hevur kostað góðar 100 milliónir kr.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Veittrað varð við merkinum, tá Norröna kom til Hirtshals í morgun. (Mynd: Nordsøposten)

Norröna er umbygd og nútímansgjørd fyri góðar 100 milliónir kr. (Mynd: Nordsøposten)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533