Loysir seg best at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland og Noreg

Loysir seg best at slíta fiskivinnusamstarvið við Russland og Noreg
Samfelagið hevði fingið 400 milliónir kr. meira burturúr at fiska og virðisøkja tað, sum vit lata aftur fyri kvoturnar í Barrentshavinum, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Sjúrður Skaale umboðar Javnaðarflokkin á Fólkatingi.
 
02.05.2023 - 13:10

Fyri føroyska samfelagið loysir tað seg nógv best at slíta alt fiskivinnusamstarv, bæði við Russland og Noreg

Tað er boðskapurin í nýggjari frágreiðing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.

Sambært frágreiðingini, hevði samfelagið fingið 400 milliónir krónur meira burturúr at fiska og virðisøkja tað, sum Føroyar lata Russlandi og Noregi aftur fyri kvoturnar í Barentshavinum.

Les frágreiðingina her

 

Tvær fortreytir

Tað eru í høvuðsheitum tvær fortreytir, sum liggja til grund fyri roknistykkinum hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi.

Onnur fortreytin er, at allar nøgdirnar av uppsjóvarfiski og botnfiski, sum russisk og norsk skip fiska undir Føroyum, verða settar upp móti nøgdinum, sum føroysk skip fiska av botnfiski og rækju í Barentshavinum. 

Hin fortreytin er, at føroyska samfelagið ikki bara fiskar, men eisini virðisøkir á landi tær nøgdir, sum í dag verða latnar Russlandi og Noregi.

 

Akraberg er nýggjasti trolarin, sum fiskar í Barentshavinum. 

 

Stendur upp og niður í avreiðingarvirði

Fyrra fortreytin vísir, at tað stendur nøkulunda upp og niður, um bara verður hugt eftir avreiðingarvirðinum.

Avreiðingarvirðið á tí, sum føroysk skip fiskaðu í Barentshavinum í 2021, var 452 milliónir krónur. Avreiðingarvirðið á tí, sum russisk og norsk skip fiska undir Føroyum, var sama árið 466 milliónir. Munurin er 14 milliónir.

Við til hetta roknistykki hoyrir eisini, at tilfeingisgjøldini á uppsjóvarfiski eru munandi størri enn á botnfiski í Barentshavinum. Og tað vildi tí givið munandi størri inntøkur í landskassan, í frágreiðingini er munurin mettur til 41 milliónir krónur.

 

Vestmenningur er eitt av uppsjóvarskipunum.

 

Virðisøkingin ger munin

Men tað er í virðisøkingini á landi, at stóri munurin íkemur. 

Tí meðan virðisøkingin á botnfiskinum úr Barentshavinum er lítil - metingin er seks krónur kilo, og gevur tað í frágreiðingini 16 milliónir - so er virðisøkingini av uppsjóvarfiskinum, sum russisk og norsk skip fiska í føroyskum øki, mett til heilar 398 milliónir krónur.

Virðisøkingin fyri makrel og sild er mett til 2,39 krónur/kilo, og virðisøkingin fyri svartkjaft er mett til 3,95 krónur/kilo. Hesar nøgdir, sum í 2021 vóru 113.000 tons, skulu altso virðisøkjast á landi í Føroyum.

Munurin á virðisøkingini av botnfiski úr Barentshavinum og uppsjóvarfiski við Føroyar er, sambært frágreiðingini, heilar 382 milliónir.

Eisini norsku kvoturnar av botnfiski, og metta hjáveiðan hjá russiskum skipum undir Føroyum, verða tikin við í roknistykkið. Avreiðingarvirðið av hesum báðum verður mett til 100 milliónir krónur tilsamans.

Tað eru tó nøkur viðurskifti, sum toga hinvegin, eitt nú nettohýrur til manningar og lønarskattur. 

 

Trý uppsjóvarvirki eru í landinum. Hendan myndin er av Pelagos í Fuglafirði.

 

400 milliónir meira

Tí vísir samlaða roknistykkið hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, at føroyska samfelagið kundi fingið 400 milliónir meira burturúr at fiska og virðisøkja tað, sum Føroyar lata Russlandi og Noregi aftur fyri kvoturnar í Barentshavinum.

Alt roknistykkið er, sum nevnt, gjørt við støði í tølum fyri 2021. Nýggi Barentshavsflotin - og hvat hesi trý skip kunnu gera við virðisøking og avreiðingarvirði - er ikki tikið við. 

 

Tíðin komin at skiljast

Tað er fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum eigur frágreiðingina, sum seinnapartin verður løgd fram á ráðstevnuni "Exit Russland" - við spurnatekini aftanfyri.  

Í samanumtøkuni spyr Sjúrður Skaale - nærum retoriskt - um tíðin er komin at skiljast. Hann nevnir kríggið og ræðuleikarnar, Russland fremur í Ukraina, og endar síðani við hesum orðum:

"Okkara niðurstøða er, at vit samfelagsliga kundu vunnið væl meira pening burturúr sjálvi at fiska og virðisøkja tað, vit lata Russlandi og Noregi, aftur fyri botnfiskakvoturnar í
Barentshavinum."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400