Nú kunnu 200 fólk savnast

bannari
05.03.2021 - 13:03
InnlendisHeilsa
Nú kunnu 200 fólk savnast
Løgmaður hevur lagt fram nýggj koronutilmæli
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini á tíðindafundi fyrrapartin

200 fólk kunnu nú savnast í skipaðum bólkum.

Tað siga nýggju koronutilmælini, sum løgmaður legði fram fyrrapartin.

Fyri matstovuvinnuna og onnur merkir broytta tilmælið millum annað, at til ber aftur at skipa fyri størri veitslum, samkomum og brúdleypum.

Samstundis sum tilmælið verður víðkað til 200 fólk, fær vaksandi skarin av fólki, sum er liðugt koppsettur, ikki framíhjárætt, men skulu teljast upp í tey 200.

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í útvarpstíðindunum.

 

Myndirnar tók Bjarni Árting Rubeksen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533