Steintóra er nú virkandi sóknarprestur

23.04.2021 - 21:02
LívsstílurÁtrúnaður
Steintóra er nú virkandi sóknarprestur
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, var beinleiðis gestur í vikuskiftissendingini í sambandi við, at hon er sett í starv sum prestur
Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur
Mynd: Leivur Thomsen  

Sunnudagin 18. apríl, varð Steintóra Gleðisheygg Joensen skipað í embæti sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar Vestara Pestagjaldi. Talan er um eitt avloysarastarv tíðarskeiðið 15. apríl – 31. juli 2021 fyri Hera Joensen prest, sum er i farloyvi.

Í tí sambandi var Steintóra beinleiðis gestur í vikuskiftissendingin, har hon greiddi frá tilgongdini at verða sett í starv, umframt hvussu hon hevur upplivað fyrstu fimm dagarnar í starvinum.

Steintóra fór at lesa gudfrøði við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn í 2012, og í fjør summar varð hon liðug at lesa. Samanlagt hevur hon lisið gudfrøði í átta ár.

Man kann ikki lesa til at verða prestur, sigur Steintóra, tí tær royndirnar fær man bara við at vera í starvinum, sigur hon. Steintóra hevur annars eitt skifti starvast í Kringvarpinum til 2011, har hon gjørdi sendingina 15 tær bestu.

Mynd: Leivur Thomsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112