Verkætlanir verða betur fyrireikaðar

29.04.2021 - 12:20
InnlendisPolitikkur
Verkætlanir verða betur fyrireikaðar
Stjórin á Landsverki tekur atfinningarnar frá Fíggjarnevndini til eftirtektar

Landsverk fer at leggja doyðin á, at almenn bygging verður betur fyrireikað, so tað verður lættari hjá tingfólki at taka støðu til uppskot um byggiverkætlanir.

Tað sigur stjórin á Landsverki, eftir at Fíggjarnevndin hevur átalað, at neyðugt er at játta næstan 71 milliónir kr. til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, fyri at byggja bygningarnar saman.

Fíggjarnevndin sigur seg undrast stórliga á, at prosjektering og kostnaðarmeting fyri samanbindingina ikki er tikin við í upprunaligu ætlanini, tá H-bygningurin varð prosjekteraður, tí eyðsæð er, at ein samanbinding mátti vera. Staðfestast kann bara, at so er ikki, og tað heldur nevndin vera átaluvert.

Tað tekur Sigurd L Lamhauge, stjóri á Landsverki til eftirtektar, sigur hann.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444