61 mammur fingu fyribils uppihaldsveiting í fjør

61 mammur fingu fyribils uppihaldsveiting í fjør
Skipanin kostaði 3,5 milliónir kr. í fjør og tað sama í fyrraárið
Fyribils uppihaldsveiting verður latin teimum,  sum ikki hava nakað uppihaldsgrundarlag í  sambandi við barnsburð. (Savnsmynd)
 
20.09.2023 - 08:41

Í fjør fingu 61 mammur fyribils uppihaldsveiting frá Almannaverkinum, tí tær áttu barn.

Tær vóru 71 í 2021.

Fyribils uppihaldsveiting verður latin teimum,  sum ikki hava nakað uppihaldsgrundarlag í  sambandi við barnsburð.  

Veitingin, sum verður veitt líka leingi sum barnsburðarfarloyvi er, er nú 17.252 kr. til støk,  sum búgva einsamøll, og 13.418 kr. til teirra, sum búgva saman við øðrum vaksnum.

Veitingin er skattskyldug.

 

Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum spurdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um málið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eisini aðrar veitingar

Umframt fyribils uppihaldsveiting eru aðrar veitingar, so sum familjuískoyti, barnaískoyti til stakar uppihaldarar og barnafrádráttur.

Fyribils uppihaldsveiting verður eisini veitt sum eitt ískoyti til teirra, sum fáa sera lítið frá barsilsskipanini, ella sum ískoyti til lesandi, sum eru í barsilsfarloyvi. 

Fyribils uppihaldsveiting kostaði landkassanum 3,5 mió. kr. í 2021 og tað sama í fjør.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum spurdi um sosiala skipan uttan fyri barsilsskipana, sum tryggjar øllum foreldrum eina lágmarksupphædd úr landskassanum í barsilstíðini.

 

Ikki neyðugt við nýggjari skipan

Landsstýriskvinnan heldur tað ikki vera neyðugt at gera nýggja sosiala skipan.

Vit hava longu trygdarnet og eina lóggávu, sum tryggjar øllum foreldrum eina lágmarksupphædd úr landskassanum í barsilstíðini.

Í 2021 vóru 683 børn fødd í Føroyum og 631 í 2022.

644 mammur fingu pengar frá Barsilsskipanini í 2021 og 578 í 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776