Dialysuviðgerð á Tvøroyri um ársskiftið

Dialysuviðgerð á Tvøroyri um ársskiftið
Broytt lýsing er gjørd, og starvsfólkini, sum verða sett, skulu lærast upp á dialysurøktini á Landssjúkrahúsinum
Tólini eru komin, men dialysuviðgerðin á Suðuroyar sjúkrahúsi byrjar ikki fyrr enn um ársskiftið.
 
19.09.2023 - 11:26

Nýggj dialysutól eru sett upp á Suðuroyar sjúkrahúsi, men eingin dyalysuviðgerð verður á Tvøroyri fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið.

Herfyri var lýst eftir sjúkrarøktarfrøðingum at manna dialysuna á Suðuroyar sjúkrahúsi, men setanartilgongdin bar ikki á mál.

Sjúkrahúsverkið hevur tillagað lýsingina, og hon verður send út í dag.

Verða skikkaðir umsøkjarar til størvini, fáa tey upplæring í dialysusjúkrarøkt á Landssjúkrahúsinum.

Og ætlanin er at fara undir at veita dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi um ársskiftið, sigur Landssjúkrahúsið.

Sí innslag í Degi og Viku:

 

20230918_DIALYSUTOL_KLAR_A_SUDUROYAR_SJUKRAHUSI


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026