![](https://www.uf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2020-08-17-10h41m45s258.png?itok=eGHlpYAf)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
AA vísir atfinningum frá flogskiparum aftur
19.05.2021 - 13:12
Innlendis›Samfelag
AA vísir atfinningum frá flogskiparum aftur
- Fólk verða sett í fríyrkisstarv, tí vit vita ikki, hvat tørvurin verður, sigur stjórin í Atlantsflogi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/vlcsnap-2020-08-11-15h00m17s909.png?itok=J_XE2gvY)
Jóhanna á Bergi er stjóri í Atlantsflogi
Flogskiparafelagið finst at Atlantsflogi, tí felagið aftur fer at seta flogskiparar í fríyrkisstarv í summar.
Flogskiparafelagið sigur, at tveir triðingar av flogskiparunum eru í fríyrkisstarvi.
Men tað vísir Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, aftur.
Hon sigur, at tølini hjá flogskiparafelagnum eru burturvið, og hon vísir eisini aftur, at Atlantsflog ger sær dælt av koronukreppuni.
- Vit vita ikki enn, hvat tørvurin verður, og tí verða fólk sett í fríyrkisstarv, sigur Jóhanna á Bergi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Rúni Højgaard er formaður í flogskiparafelagnum.Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV