23 prosent hava verið fyri kynsligum harðskapi

20.05.2021 - 13:51
InnlendisSamfelag
23 prosent hava verið fyri kynsligum harðskapi
Almannaráðið hevur kunngjørt nýggja kanning um harðskap og kynsligan ágang
Elin Winther Poulsen er samskipari í Almannamálaráðnum

Meira enn ein triðingur, 36 prosent, hevur verið fyri onkrum slagi av harðskapi, og 23 prosent, ella meira enn fimti hvør, hevur verið fyri kynsligum ágangi.

Tað vísir ein kanning um harðskap og ágang, sum varð løgd fram í Almannamálaráðnum fyrrapartin.

Tað er fyri neyðini, at vit fáa tøl á hesum økinum, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari í Almannamálaráðnum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, sigur, at hon vil hava eina null-hugsjón á hesum øki. Eingin skal vera fyri harðskapi ella ágangi, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Meiri verður at frætta í Breddanum klokkan 17.05.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum, vil hava null-hugsjón, tá ræður um harðskap og kynsligan ágang.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488