Maskinskaði gjørdi, at Hasfjord bar við land

06.06.2021 - 14:45
Innlendis›Samfelag
Maskinskaði gjørdi, at Hasfjord bar við land
Orsøkin til, at Hasfjord bar við land í Skopun hósdagin, var, at skoliluftsblásarin á motorinum fór
Hasfjord bar við land í Skopun hósdagin
Mynd: Landsverk  

Tá ið skoliluftblásarin fór, slóknaði motorurin, og tað bar ikki til at stýra skipinum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfaraskipum Landsins.

Jóhan Petur Abrahamsen vísir á, at mekaniskir feilir kunnu koma fyri av og á, og av tí at Hasfjord bara hevur ein motor, so rakar tað harðari enn á øðrum skipum hjá Strandferðsluni.

Fólk frá skipasmiðjuni Mest eru saman við manningini á Hasfjord í gongd við at umvæla blásaran. Skipið skal eisini royndarsiglast, áðrenn tað fer í rutusigling aftur. Nær tað verður er ógreitt enn.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037