Sleppa ikki aftur til arbeiðis

06.06.2021 - 14:50
Innlendis›Samfelag
Sleppa ikki aftur til arbeiðis
Teir pedagogarnir, sum klokkan sjey í morgin fara í 24 tíma verkfall, sleppa ikki aftur til arbeiðis, fyrr enn nýggjur sáttmáli er undirskrivaður
Jan Mortensen, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.

Sáttmáli skal undirskrivast fyrst millum Pedagogfelagið øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin.

Hetta er triðju ferð, at Pedagogfelagið lýsir við 24 tíma verkfalli fyri ein ávísan bólk av pedagogum, og tað hevur fingið arbeiðsgevararnar at missa tolið. Tí hava teir lýst verkbann fyri pedagogar, sum starvast í skúlum, forskúlum og skúlanum á Trøðni.

Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339