Fáa koppingarevni aftur í næstu viku

09.06.2021 - 15:16
Innlendis›Heilsa
Fáa koppingarevni aftur í næstu viku
Bíleggingarskipanin er í lagi aftur
Meiri koppingarevni kemur til landið í næstu viku

Miðskeiðis í næstu viku kemur ein nýggj sending av koppingarevni væntandi til Føroya. Tá kunnu fólk aftur bíleggja sær eina tíð til koppseting.

Brekið, sum gjørdi, at bíleggingarskipanin hoknaði undir trýstinum herfyri, er nú rættað.

Í gjár vórðu 903 fólk koppsett. 631 fingu fyrra prikið. 272 fólk fingu seinna prikið.

Tilsamans 37.345 kopppsetingar eru gjørdar í Føroyum

Hoyr Tummas í Garði, varastjóra við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum, í útvarpstíðindunum.


Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595