Nú koyra 4.500 akfør í Eysturoyartunlinum um dagin

21.06.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Nú koyra 4.500 akfør í Eysturoyartunlinum um dagin
Nýggja farleiðin læt upp fyri hálvum ári síðani
4.500 akfør koyra í miðal um samdøgrið í Eysturoyartunlinum, men vinnuliga ferðslan er minni enn væntað.

Tá Eysturoyartunnilin læt upp, varð roknað við, at umleið 6.000 bilar fóru at brúka nýggju farleiðina.

Nú, hálvt ár seinni, er miðalferðslan 4.500 akfør.

Nógv tey flestu koyra millum Eysturoynna og Streymoynna, men færri koyra tvørtur um Skálafjørðin enn væntað, og vinnuliga ferðslan er eisini minni, enn roknað varð við.

Hoyr Teit Samuelsen, stjóra í p.f. Eystur- og Sandoyartunlum, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401