FNU: Hellutangi skal takast burtur sum skjótast

04.08.2021 - 16:32
InnlendisUmhvørvi
FNU: Hellutangi skal takast burtur sum skjótast
Tað er fallið Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fyri bróstið, at Hiddenfjord hevur gjørt av at lata Hellutanga verða liggjandi á Víkum veturin av

- Tað, at Hellutangi liggur á Víkum, er eitt groft fingramerki á okkara náttúru, og fóðurflakin skuldi verið tikin burtur sum skjótast, heldur Jón Kragesteen, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Tað sigur Jón Kragesteen, nevndarlimur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

Tað var hin 5 apríl í ár, at Fóðurflakin, Hellutangi, sleyt seg leysan í óveðri, og settist fastur á Víkum.

Nakrar dagar seinni, hin 13. apríl, segði Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, at fyritøkan sjálv hevur ábyrgdina av at fáa fóðurflakan av Víkum aftur.

Í 2017 kærdi Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag umhvørvisgóðkenningina av alivirksemi á Víkum. Felagið ynskti at friða økið, men slapp ikki upp í part og varð ei heldur hoyrt í málinum.

Jón Kragesteen sigur, at Aarhus sáttmálin, sum er innførdur í flestu londum, vit sammeta okkum við, ikki er galdandi í Føroyum.

Hesin sáttmálin hevði annars givið áhugafelagsskapum, so sum Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagi, rætt til at verða hoyrd í slíkum málum, sum hesum á Víkum í Vágum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533