Grønvaskar tín politikari?

Grønvaskar tín politikari?
Valevni lova alsamt oftari, at tey fara at arbeiða fyri náttúru og umhvørvi, men hvussu skalt tú vita, um tín politikari grønvaskar? Tað vil FNU hjálpa tær við
12.11.2024 - 11:39

Valevni lova oftari og oftari, at tey fara at arbeiða fyri náttúru og umhvørvi, men hvat meina tey við, og kanst tú líta á teirra lyfti?

Føroya náttúru og umhvørvisfelag hevur tí gjørt nakrar spurningar, sum tú kanst spyrja valevni ella teg sjálva/n, áðrenn tú setir krossin.

 - Eru nakrar ítøkiliga handlingar aftanfyri orðini, sum tú brúkar í tíni kampanju? Tað eigur ikki at vera nóg mikið bara at siga, at "eg hugsi um náttúruna, eg hugsi grønu leiðina og eg hugsi burðardygt". Tað skal ikki vera nóg mikið, tí tað skal síggjast aftur í tínum handlingum sum politikari, segði Kolbrún í Haraldsstovu, tiltakslimur í FNU.

Hon vitjaði Góðan morgun Føroyar saman við Fíu Niclasen, næstforkvinnu, fyrrapartin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949