- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privata nýtslan tók broddin av koronukreppuni
- Nýtslan hjá privatfólki hevur gjørt, at koronukreppan ikki rakti so meint fíggjarliga.
Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum legði fram heystfrágreiðingina í morgun.
Hetta var fyrsta frágreiðingin hjá nýggja Búskaparráðnum.
Búskaparráðið heldur, at fíggjarlógin fyri næsta ár átti at havt í minsta lagi 150 milliónir kr. í avlopi.
Í ár verður væntandi eitt undirskot upp á 300 mió kr., og næsta ár verður hallið mett til 200 millionir.
Formaðurin vil tó ikki siga, hvar skal sparast, ella hvaðani fleiri inntøkur skulu koma.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Myndir:Bjarni Árting Rubeksen
Nógv lýddu á framløguna í Smæruni fyrrapartin, men tað vakti ans, at eingin politikari, hvørki í løgtinginum ella landsstýrinum, var hjástaddur, tá nýggja Búskaparráðið legði sína fyrstu frágreiðing fram.
Sí eisini