Brúka jet-flogfar, tá ivaveður er í Vágum

07.09.2021 - 16:10
InnlendisSamfelag
Brúka jet-flogfar, tá ivaveður er í Vágum
Longu á øðrum túrinum hjá Widerøe varð neyðugt at avlýsa, tí floglíkindini í Vágum vóru so vánalig
Widerøe avlýsti flúgvingina úr Bergen, tí líkindi vóru ikki seta seg í Vágum. Nú ætlar norska flogfelagið at brúka jetflogfar, sum hevur RNP-skipan, tá ivaveður er í Vágum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Norska flogfelagið Widerøe ætlar at brúka eitt av sínum jet-flogførum, sum hevur RNP-útgerð, á Føroya-rutuni, tá ið sýnið í Vágum er vánaligt.

Tað sigur Catharina Solli, samskiftisleiðari í Widerøe, nú neyðugt var at avlýsa flogferðina úr Bergen til Vágar í gjár, tí sýnið í Vágum var vánaligt.

Flogfarið fór ongantíð úr Bergen, og ferðafólkini sluppu í staðin við SAS til Keypmannahavnar og so til Føroya, og ferðafólkini úr Føroyum sluppu øvutan veg.

Ætlanin er kortini ikki at brúka jet-flogfarið hvørja ferð, sigur samskiftisleiðarin í Widerøe.

Hoyr meira í útvarpstíðindunum klokkan 17.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491