Høgni Hoydal: Løgmaður niðurger føroyingar

07.09.2021 - 17:45
InnlendisPolitikkur
Høgni Hoydal: Løgmaður niðurger føroyingar
Formaðurin í Tjóðveldi heldur, at løgmaður eigur at koma við eini umbering
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at løgmaður eigur at koma við einari umbering til føroyingar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Tað er at niðurgera føroyingar, tá løgmaður sigur, at føroyingar ongantíð hava gjørt nakað í hernaðarmálum.

Tað heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.

Hann er rúkandi ósamdur við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, sum í gjár sendi eina grein til danskar miðlar, har hann sigur, at tíðin er komin at taka eina trygdarpolitiska støðu, og at "Tað er bláoygt at halda, at vit altíð kunnu flúgva undir radaranum og ikki nýtast at taka støðu ella fylgja leistinum hjá okkara sameindu."

Høgni Hoydal heldur, at løgmaður eigur at koma við einari umbering til føroyingar, í kjalarvørrinum av greinini.

Hoyr samrøðubrot við Høgna Hoydal.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615