Dátueftirlitið steðgað atgongd til skipan hjá Almannaverkinum

14.10.2021 - 17:55
Innlendis›Samfelag
Dátueftirlitið steðgað atgongd til skipan hjá Almannaverkinum
Persónupplýsingar vóru viðgjørdar, hóast heimild ikki er fyri tí
Í einum eftirlitsmáli kom fram, at ein myndugleiki hevði beinleiðis atgongd til skipanina hjá Almannaverkinum.

Dátueftirlitið hevur givið Almannaverkinum kravboð um at steðga beinleiðis atgongd, sum ein annar myndugleiki hevði til eina skipan hjá Almannaverkinum.

Í einum eftirlitsmáli kom fram, at ein myndugleiki hevði beinleiðis atgongd til skipanina hjá Almannaverkinum.

Í skipanini vóru persónupplýsingar viðgjørdar. Hetta er ikki lógligt, um heimild ikki er fyri tí, sigur Katrin Thorsvig Hansen, stjóri í Dátueftirlitinum.

Dátueftirlitið veit heldur ikki, hvørjar upplýsingar Almannaverkið hevur deilt við ein annan myndugleika.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Katrin Thorsvig Hansen er stjóri í Dátueftirlitinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens 2026
214118
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026