Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum

Nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum
Katrin Thorsvig Hansen tekur við starvinum 1. mars
Katrin Thorsvig Hansen er nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum
 
19.02.2021 - 15:42

Katrin Thorsvig Hansen verður nýggjur stjóri á Dátueftirlitinum.

Katrin Thorsvig Hansen er útbúgvin løgfrøðingur, og hevur viðkomandi royndir á persónsupplýsingarøkinum, sigur Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi.

Nýggi stjórin á Dátueftirlitinum var samráðingarleiðari hjá danska Løgmálaráðnum, tá ið samráðingar vóru um nýggju ES-Persóndátufyriskipanina - eisini nevnd og stytt GDPR.

Hon hevur eisini havt ein týðandi leiklut í arbeiðinum at orða nýggju dátuverndarlógina í Føroyum, sum kom í gildi um ársskiftið.

Seinasta mánaðirnar hevur Katrin Thorsvig Hansen verið virkandi stjóri á Dátueftirlitinum. Hon byrjar í starvinum 1. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373

Annað frá KVF