Føroyingur í Kongsberg: Øll eru skelkað

14.10.2021 - 13:20
Útheimurin
Føroyingur í Kongsberg: Øll eru skelkað
Maðurin, sum skeyt við boga og píli, drap fimm fólk
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Løgreglan er væl mannað eftir hópdrápið í Kongsberg í gjár
Mynd: RitzauScanpix  

Tað kom óvart á øll í norska býnum Kongsberg, at ein atsókn kundi vera framd í býnum.

- Vit eru skelkað, sigur Berit Fonsdal úr Vestmanna, sum hevur búð í Kongsberg meginpartin av lívinum.

Hon sigur, at støðan minnir ikki sørt um 22. juli í 2011, tá hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, drap fólk frá hond bæði í Oslo og á Utøya.

Fýra kvinnur og ein maður millum 50 og 70 ár doyðu, tá maðurin fór at skjóta við boga og píli í Kongsberg í gjár.

Tvey fólk eru særd.

Maðurin, sum er tikin og skuldsettur í málinum, er ein 37 ára gamal danskur ríkisborgari.

Hoyr Berit Fonsdal greiða frá í útvarpstíðindunum.

Ein pílur sást á einum húsaveggi í Kongsberg í gjárkvøldið, eftir at fleiri fólk vóru dripin í býnum í gjár. (Mynd: RitzauScanpix)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. mai
Góðan morgun Føroyar
192582
Fríggjadag 30. mai
Morgunlestur fríggjadagur 30.mai 2025
192276
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469