Øll vóru dripin innandura

Øll vóru dripin innandura
Fyrstu tíðindini søgdu, at fólkini í Kongsberg vóru dripin í einum handli, men tað vísir løgreglan aftur
Atsóknin í Kongsberg fyrrakvøldið hevur skelkað øll í Noregi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.10.2021 - 09:23

Tey fimm fólkini, sum í fyrrakvøldið vórðu dripin í Kongsberg í Noregi, vóru øll dripin innandura.

Tað upplýsir norska løgreglan fyri Verdens Gang.

- Fólkini eru deyð innandura í íbúðum. Vit hava ikki fingið greiðu á, um talan var um egnar íbúðir, ella aðrar bústaðir.

Tey vóru ikki dripin í nøkrum handli, upplýsir Ann Iren Svane Mathiassen, ákæri.

Fimm fólk doyðu

Fyrstu tíðina varð nógv tosað um ein matvøruhandil í Kongsberg, sum álopsmaðurin skuldi hava víðgirt seg, men tað var ikki har, at fólkini vóru dripin, upplýsir løgreglan.

Fimm fólk lógu eftirá í atsóknini, og trý vórðu særd, upplýsir løgreglan nú.

Seinnapartin í gjár kunngjørdi norska løgreglan eisini, at málið í Kongsberg verður mett sum eitt yvirgangsálop, og verður kannað sum eitt slíkt mál.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209057
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta
209058
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044