Serfrøðingur: Føroyar mugu lata aftur nú

31.10.2021 - 22:50
InnlendisHeilsa
Serfrøðingur: Føroyar mugu lata aftur nú
Fáa vit ikki smittutølini niður nú, fara fólk at enda í respirator. Tað sigur Shahin Gaini, lektari í infeksjónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya
Koronustøðan í Føroyar er álvarslig, og tí má landið lukka niður nú, heldur Shahin Gaini, lektari í infeksjónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya

Í løtuni er Føroyar hotspot í Evropa, og vit hava met í smittaðum. 

Støðan er álvarslig, sigur Shahin Gaini, lektari í infeksjónsmedisini á Fróðskaparsetri Føroya, sum vil hava smittutølini niður nú.

Tað gongur útyvir heilsuverkið, um vit skulu hava koronasjúklingar liggjandi inni á Landssjúkrahúsinum yvir longri tíð, og hartil fara fólk at blíva øgiliga sjúk, eisini koppsett fólk, sigur Shahin Gaiini

Kunningin til fólkið finst ikki, og tað var ein stórur feilur at niðurleggja koronalinjuna, heldur Shahin Gaini. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189