Vil ikki svara, um hann er koppsettur

17.11.2021 - 13:10
Innlendis›Politikkur
Vil ikki svara, um hann er koppsettur
Jenis av Rana, landsstýrismaður, skuldi ikki í sóttarhald eftir brúdleyp, har nógv vóru smittað, men fór beinleiðis av landinum
Jenis av Rana, landsstýrismaður, í práti við partamenninar í tinginum, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og landsstýrismaður í uttanríkismálum, vil ikki svara, um hann er koppsettur fyri koronu.

Spurningurin er ov eymur, sigur hann. Jenis av Rana hevur annars fyrr sátt iva um koppsetingina.

Jenis av Rana sigur, at hann skuldi ikki í sóttarhald eftir brúdleypið hjá Steffani Klein Poulsen, har nógv fólk vórðu smittað við koronu, men kundi fara beinleiðis til Danmarkar á fund.

Hoyr samrøðu við Jenis av Rana í Breddanum.

Øll sendingin kann hoyrast her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129