Borgarstjóri: Líkist ongum, at ongar kanningar eru í Sandoynni

23.11.2021 - 13:31
Innlendis›Samfelag
Borgarstjóri: Líkist ongum, at ongar kanningar eru í Sandoynni
Gerhard Lognberg hevur ikki hoyrt frá Sjúkrahúsverkinum, um arbeitt verður við nakrari loysn
Gerhard Lognberg er borgarstjóri í Skopunar kommunu.

- Nú verður sagt, at tað er ikki neyðugt at pota fyri koronu í Sandoynni. Tað líkist ongum, sigur borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg.

Fríggjadagin visti Selma Herup, starvsfólkaleiðari á Landssjúkrahúsinum, ikki um tað varð kannað verðuraftur í Sandoynni í hesi vikuni.

Gerhard Lognberg sigur, at hann hevur einki hoyrt frá Sjúkrahúsverkinum, um arbeitt verður við nakrari loysn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Dagført:

Nú seinnapartin lýsir Sjúkrahúsverkið við, at til ber at kanna seg fyri koronu á Læknamiðstøðini í Sandoynni. Møguleiki er at bíleggja tíð klokkan 16.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum vil ikki enn gera viðmerkingar, um talan er um eina varandi loysn.

Borgarstjórin í Skopun heldur, at tað líkist ongum, at ongar koronukanningar eru í Sandoynni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026