Ferðafólk hava rindað 30 mió. kr. fyri koronukanningar

26.11.2021 - 11:32
Innlendis›Politikkur
Ferðafólk hava rindað 30 mió. kr. fyri koronukanningar
Í løtuni verða seks prosent av ferðafólkunum kannað við markið, og landskassin rindar fyri kanningarnar
Tá øll skuldu kannast fyri koronu við markið, rindu fólk sjálvi fyri kanningarnar. Landskassin spardi umleið 30 milliónir kr., sigur løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Tað spardi landskassanum góðar 30 milliónir krónur, at ferðafólk í fjør og fyrstu átta mánaðirnar í ár sjálvi rindaðu fyri koronukanningar við markið.

Tað upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum í gjár, tá hann svaraði fyrispurningi frá Beintu Løe, løgtingskvinnu.

Í dag eru tað bara tey, sum ikki hava koronupass, ið skulu kannast við markið. Nú er tað landið, sum rindar fyri kanningarnar, og ikki ferðafólkini sjálvi.

Í løtuni eru tað bara seks prosent av ferðafólkunum, sum verða kannað við markið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

Beinta Løwe, løgtingskvinna, spurdi løgmann um koronukanningar í tinginum í gjár. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026