Johan og Annika broyta ikki støðu við triðju viðgerð

14.12.2021 - 15:29
Innlendis›Politikkur
Johan og Annika broyta ikki støðu við triðju viðgerð
Bæði samgongufólkini siga, at tey fara at atkvøða fyri uppskotunum um sammóður, sum vórðu samtykt við aðru viðgerð
Johan Dahl, løgtingsmaður, sigur, at hann fer ikki at atkvøða øðrvísi við triðju viðgerð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Johan Dahl í Sambandsflokkinum og Annika Olsen í Fólkaflokkinum fara bæði at atkvøða fyri uppskotunum um sammóður við triðju viðgerð, sum málini vóru samtykt við aðru viðgerð.

Eftir atkvøðugreiðsluna í gjár, segði løgmaður, at samgongan arbeiðir við einari loysn, sum øll í tinginum kunnu taka undir við, tá málið kemur til triðju viðgerð.

Men Johan Dahl og Annika Olsen halda fast um, at tey fara at atkvøða fyri andstøðuuppskotunum, sum vórðu samtykt við aðru viðgerð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

Annika Olsen, løgtingskvinna, sigur, at hon fer ikki at broyta støðu við triðju viðgerð (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391