Jenis av Rana: Miðflokkurin hevur ikki lovað at slíta samgonguna

Jenis av Rana: Miðflokkurin hevur ikki lovað at slíta samgonguna
"Eg veit ikki, hvat hendir nú, men vit fara at taka støðu út frá nýggju støðuni, sum vit eru í," sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
Miðflokkurin fer at umrøða nýggju støðuna, sigur Jenis av Rana, formaður, sum ikki vil kennast við, at flokkurin hevur givið nakað lyfti um at slíta samgonguna, um sammøður-málini vórðu samtykt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.12.2021 - 16:21

Miðflokkurin hevur fleiri ferðir ført fram, at hann er ikki við í samgonguni, um málini um sammøður verða samtykt. 

Nú málini um sammøður eru samtyk, vil Jenis av Rana, formaður, ikki kennast við, at Miðflokkurin hevur givið nakað lyfti um, at flokkurin fer at slíta samgonguna. 

"Vit fara at umrøða støðuna við ovastu leiðsluna í flokkinum, so finna vit út av, hvat vit gera," sigur formaðurin í Miðflokkinum.

Jenis_av_Rana

Men í Degi og viku hin 30. september, segði Jenis av Rana annars soleiðis við Elin Mirjamsdóttir, aftaná málið um sammøður hevði verið til 1. viðgerð í tinginum.

Jenis_i_dv

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961