Sjóvarfalsdrekar setast upp í Hestfirði

27.12.2021 - 18:17
Innlendis›Tøkni
Sjóvarfalsdrekar setast upp í Hestfirði
Royndirnar hjá SEV og svenska felagnum Minesto við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi hava gingið so mikið væl, at ætlanin nú er at seta eina sjóvarfalsorkuskipan upp afturat

Svenska felagið Minesto hevur í nøkur ár gjørt royndir við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. 

Minesto hevur ment sonevndar sjóvarfalsdrekar, sum standa á botni og gera streym. 

Úrslitini eru so góð, at Minesto nú fer at seta eina skipan afturat upp í Føroyum. Hesa ferð í Hestfirði. 

Terje Nielsen er menningarleiðari hjá SEV. Hann er eisini væl nøgdur við úrslitini. 

Fyrimunurin við sjóvarfallsorkuni er, at hon er konstant og ikki treytað av veður og vindi. 

Hoyr samrøðuna við Terja Nielsen við at trýsta á pílin undir myndini ovast í greinini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329