Brandur Sandoy: Fólkaflokkurin er vorðin ov konservativur

06.01.2022 - 15:16
InnlendisPolitikkur
Brandur Sandoy: Fólkaflokkurin er vorðin ov konservativur
Brandur Sandoy og Annika Olsen, sum hava verið varafólk, noyðast úr tinginum, tí fyrrverandi landsstýrisfólk hava tikið sæti á tingi
Brandur Sandoy er nú fyrrverandi fólkafloksmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Brandur Sandoy boðaði fyrrapartin frá, at hann hevur tikið seg úr Fólkaflokkinum.

- Flokkurin er vorðin ov konservativur, og tað at Sandoyggin ikki fekk landsstýrissess, var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, sigur Brandur Sandoy.

Hann hevur sitið í tinginum sum varamaður, men nú Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eru farin í tingið, og Fólkaflokkurin hevur valt tvey nýggj landsstýrisfólk uttan fyri tingbólkin, noyðast bæði Brandur Sandoy og Annika Olsen úr tinginum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Brandur Sandoy hevur verið varatingmaður hjá Fólkaflokkinum. Her prátar hann við Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375