Árni Skaale: Føroya banki skal latast uppaftur

11.01.2022 - 12:11
InnlendisPolitikkur
Árni Skaale: Føroya banki skal latast uppaftur
Føroya banki skal latast upp aftur, botnfiskaflotin skal hjálpast, og verandi aktørar í fiskivinnuni skulu hava tryggar karmar at virka undir, sigur nýggi landsstýrismaðurin
Tað verður eingin kollvelting av umsitingini av fiskivinnuni, nú Árni Skaale hevur loyst Jacob Vestergaard av sum landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Árni Skaale ætlar sær at vera við at mynda Føroyar, og tí hevur hann nú skift tilveruna sum vinnulívsmaður út við tilveruna sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Og sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum umsitur Árni Skaale stóru og eldfimu málsøkini fiskivinnumál, hvalamál og tilbúgvingina.

 

Strandalandasamráðingar

Ein av stóru uppgávunum sum standa fyri framman hjá nýggja landsstýrismanninum eru samráðingarnar við hini strandarlondini um makrel, norðhavssild og svartkjaft.

Í løtuni er eingin semja millum londini um býtið av kvotum sínámillum.

Tað hevur millum annað ført við sær, at fiskiskapurin eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti hevur mist MSC-góðkenningina, tí mett verður, at veiðan í Norðuratlanshavinum ikki er burðadygg.

At fáa góðkenningina til vega aftur er tí eitt mál hjá nýggja landsstýrismanninum, men ikki fyri ein og hvønn prís.

 

Eingin kollvelting

Tað verður ikki nøkur kollveltandi broyting í fiskivinnupolitikkinum, nú Árni Skaale loysir Jacob Vestergaard av sum landsstýrismann.

Fremsta málið er at tryggja verandi aktørum tryggar rammur at virka undir og hjálpa botnfiskaflotanum at fóta sær. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. juli
Søgan um Hank Williams (4:8)
176857
Mánadag 8. juli
RagnarRokk: Victor Vicart um Voidkind
177760
Mánadag 8. juli
Morgunlestur mánadagur 8. juli 2024
177409
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juli
Hin rusuti á Aconcagua (2:10)
177587
Leygardag 6. juli
Video: 5mf kvinnur, eystanstevna 2024
177723
Leygardag 6. juli
Video: 10mf, eystanstevna 2024
177722