Ísland vil ikki broyta áseting um føroyskan sildafiskiskap

Ísland vil ikki broyta áseting um føroyskan sildafiskiskap
Málið verður tikið fram aftur í heyst, sigur Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Vestmenningur er eitt av uppsjóvarskipunum. Føroysk skip sleppa ikki at fiska norðhavssild allastaðni í íslendskum sjógvi.
 
14.11.2022 - 10:39

Ísland vil ikki broyta ásetingina, sum sigur, at føroysk skip ikki sleppa at fiska norðhavssild allastaðni í íslendskum sjógvi.

Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann, at avmarkingin var seinast umrødd á fundi við íslendska fiskimálaráðharran í november 2020.

Ísland játtaði at kanna møguleikarnar fyri at endurskoða serligu ásetingina, sum avmarkar, hvar føroysk skip kunnu fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi.

Á sumri 2021 fekk Fiskimálaráðið frágreiðing frá íslendsku myndugleikunum.

Teir greiddu frá teimum kanningum, sum íslendska havstovan hevði gjørt av sýnum, sum vóru tikin frá fiskiskapinum eftir norðhavssild í íslendskum sjógvi. 

 

Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Árna Skaale, landsstýrismanni, um føroyskan sildafiskiskap í íslendskum sjógvi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ikki grundarlag fyri broytingum 

Niðurstøðan var, at Ísland ikki metti grundarlag vera fyri at gera broytingar, tí stór íblanding av summargýtandi sild er á leiðini, har føroysk skip ikki hava loyvi at fiska.

Og Føroyar hava ikki kvotu av summargýtandi sild.

Føroysk skip sleppa ikki at fiska norðhavssild í íslendskum sjógvi sunnan fyri 67 stig, ella hinumegin 50 fjórðinga markið, sum Bjarni Hammer tekur til.

Málið verður tikið fram aftur í heyst, sigur Árni Skaale.

Hann sigur eisini, at 70.000 tons eru eftir av føroysku sildakvotuni, sum er góð 116.000 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065