Arbeiðsgevarar væl nøgdir við skjótari atgongd til útlendska arbeiðsmegi

09.02.2022 - 18:43
Innlendis›Vinna
Arbeiðsgevarar væl nøgdir við skjótari atgongd til útlendska arbeiðsmegi
Fast Track-skipanin, sum gevur betri atgongd til arbeiðsmegi úr triðjalondum, riggar væl, halda arbeiðsgevarar
Fast Track-skipanin riggar væl, heldur Smyril Line, ið eigur og rekur Hotel Brandan
Mynd: Jógvan Eli Dam  

Nýggja Fast Track-skipanin styttir munandi um viðgerðartíðina, tá arbeiðsmegi úr triðjalondum skal fást til landið.

Tað halda arbeiðsgevarar, sum eru væl nøgdir við Fast Track-skipanina, sum gevur betri atgongd til arbeiðsmegi úr triðjalondum.

Skipanin kom í gildi síðsta heyst:

Í Gist&Vist og Smyril line lata tey væl at nýggju Fast Track-skipanini, sum hevur gjørt tað lættari at fáa fólk úr londum, sum ikki eru í ES, til Føroya at arbeiða.

Elsi Petersen er HR-leiðari í Gist & Vist samtakinum. Samtakið rekur millum annað Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn og fleiri matstovur í Havn.

Smyril Line merkir væl, at tað gongur skjótari nú, at fáa avgreitt arbeiðsloyvini til fólk úr triðjalondum, sigur Hjørdis í Dávastovu, HR-leiðari:

Royndirnar í fjør vístu, at fyrrverandi skipan gjørdi tað trupult at manna størvini í Gist&Vist. 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037