Føroyar fyrireika seg at taka ímóti flóttafólki

03.03.2022 - 13:51
InnlendisSamfelag
Føroyar fyrireika seg at taka ímóti flóttafólki
ES væntar, at fleiri milliónir flóttafólk koma til Evropa úr Ukraina
Fleiri enn ein millión fólk eru flýdd úr Ukraina til onnur evropeisk lond, sigur ST.
Mynd: Ritzau Scanpix  

Nýggjastu tølini hjá ST siga, at fleiri enn ein millión fólk eru rýmd úr Ukraina til onnur evropeisk lond.

Boðskapurin frá ES dag er, at Evropa skal fyrireika seg til at taka ímóti fleiri milliónum flóttafólkum úr Ukraina.

Í Føroyum fyrireikar landsstýrið seg eisini, og Reyði Krossur fær ivaleyst ein týdningarmiklan leiklut, tá Føroyar skulu taka ímóti flóttafólki úr Ukraina.

Hoyr samrøðu við Jóannes Eidesgaard, formann í Reyða Krossi Føroya, í útvarpstíðindunum.
 

Jóannes Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi Føroya. (Bjarni Árting Rubeksen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454