WHO: Koronufarsóttin er ikki av

WHO: Koronufarsóttin er ikki av
Hildið verður, at umleið 15 milliónir fólk eru deyð við koronu
Tedros A. Ghebreyesus er stjóri í WHO.
 
23.05.2022 - 09:15

Í gjár byrjaði árligi toppfundurin hjá ST-heimsheilsustovninum WHO, og har ávaraði leiðarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, um, at koronafarsóttin als ikki er niðurbard.

- Eg veit, at hetta ikki er boðskapurin, tit vilja hoyra. Men tað er vandamikið at slaka.  Koronuvirusið hevur tikið okkum á bóli ferð eftir ferð, segði Ghebreyesus sambært NTB.

Hann minti á, at farsóttin ikki er av, fyrr enn tamarhald er fingið á virusinum um allan heimin. Í løtuni er talið av tilburðum vaksandi í næstan 70 londum, samstundis sum færri lata seg kanna fyri koronu.

WHO-leiðarin vísti á, at bara 57 lond hava koppsett í minsta lagi 70 prosent av øllum íbúgvunum, og av hesum eru næstan øll háinntøkulond.

WHO hevur fingið fráboðan um meir enn seks milliónir andlát í sambandi við Covid-19, men mett verður, at veruliga talið er næstan 15 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595