Bretska parlamentið fer møguliga at viðgera springaradrápið

Bretska parlamentið fer møguliga at viðgera springaradrápið
Ein kendur sjónvarpsvertur hevur savnað 100.000 undirskriftir móti springara- og grindadrápi
1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði 12. september.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.03.2022 - 18:00

Bretska parlamentið skal taka avgerð, um springaradrápið 21. september 2021 skal viðgerast í parlamentinum.

Tað hevur eydnast Chris Packman, ið er kendur vertur á ymiskum sendingum hjá BBC, at savna 100.000 undirskriftir móti springara- og grindadrápi í Føroyum. 

Chris Packman er av tí áskoðan, at Bretland eigur at seta handilstiltøk í verk ímóti Føroyum, til tess at forða fyri springaradrápi. Føroyar útflyta rættiliga nógvan fisk til Bretlands.

Chris Packman legði eina upptøku á Twitter, har hann tosar ímóti springaradrápi:

 

 

Tað fekk beinanvegin talið av mótmælum upp um 100.000, sum er markið fyri, nær bretska parlamentið skal viðgera eitt mál. 

Tað er ikki greitt enn, nær parlamentið fer at viðgera eldfima spurningin, um Føroyar skulu drepa springarar og grind. 

Sambært heimasíðuni plantbasednews, mótmælti bretska stjórnin springaradrápinum 12. september í 2021. Mótmæli lendi í Fiskimálaráðnum. Hesi tíðindini eru tó ikki váttað. 

1428 springarar løgdu beinini í Skálafirði 12. september. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595