Stúrir fyri veiðitrýstinum á Føroyabanka

25.03.2022 - 16:10
InnlendisSamfelag
Stúrir fyri veiðitrýstinum á Føroyabanka
Kunngerðin um størri vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka skal eftir ætlan koma í gildi 1. mai.
Petur Steingrund, fiskifrøðingur

Vinnuligi fiskiskapurin á Føroyabanka verður munandi størri, enn Havstovan mælir til.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at útluta 330 fiskidagar á Føroyabanka. Tað eru 130 fleiri dagar, enn tilmæli frá Havstovuni.

- Vandin er, at veiðitrýstið verður ov stórt, ikki minst tí at stóru línuskipini fáa lutfalsliga nógvar dagar, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.

Kunngerðin um vinnuligan fiskiskap á Føroyabanka skal eftir ætlan koma í gildi 1. mai.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112