Útfluttu uppsjóvarfisk til Russlands fyri 145 milliónir

Útfluttu uppsjóvarfisk til Russlands fyri 145 milliónir
Útflutningsvirðið er nú tað sama, sum tað var fyri februar í fjør
Vit útflyta framvegis uppsjóvarfisk til Russlands. (Savnsmynd)
 
16.05.2023 - 13:01

Føroyar útflyta framvegis uppsjóvarfisk til Russalands.

Í mars útfluttu Føroyar makrel, sild og svartkjaft til Russlands  fyri 145 mió. kr., skrivar Hagstovan.

Hetta er nakað meira enn í mars undanfarin ár.

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. 

Men nú er útflutningsvirðið tað sama, sum tað var fyri februar 2022.

Í vørubólkinum, sum eitur aðrar vørur, var útflutt fyri 27 mió. kr. í mars.

Aðrar vørur eru fyrst og fremst ojla, sum verður seld russiskum skipum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928