Føroyingar eru førir fyri at gera nýggja skipan

30.03.2022 - 18:00
InnlendisHeilsa
Føroyingar eru førir fyri at gera nýggja skipan
Forkvinnan í KT-felagnum heldur eisini, at nýggja heilsuskipanin skal hava fleiri møguleikar
Ulla Joensen er forkvinna í KT-felagnum.

Føroyskar KT-fyritøkur megna væl uppgávuna at gera avloysararan fyri Cosmic.

Tað sigur Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum.

Heilsuverkið skal seta stýrisbólk og verkætlanarbólk við fakfólki at gera av, hvørji krøv verða sett nýggju talgildu heilsuskipanini. Eftir tað verður uppgávan boðin út.

Ulla Joensen vísir á, at føroyskar KT-fyritøkur kunnu samstarva um at gera skipanina. Hon heldur eisini, at nýggja skipanin eigur at hava nógv fleiri møguleikar enn verandi skipan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV