Skúlin á Skúlatrøð fyrsti skúli at seta sálarfrøðing í starv

13.04.2022 - 16:02
InnlendisHeilsa
Skúlin á Skúlatrøð fyrsti skúli at seta sálarfrøðing í starv
Talan er um eina royndaætlan, sum higartil hevur hepnast væl, heldur skúlastjórin, Vagn Folbo.
Skúli á Skúlatrøð er fyrsti skúli her á landi, ið hevur sett ein sálarfrøðing í starv

Sum fyrsti fólkaskúlin í landinum hevur Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík sett ein sálarfrøðing í starv.

Talan er um eina royndaætlan, sum hiegartil hevur hepnast væl, heldur skúlastjórin, Vagn Folbo.


Hann vónar, at skúlin fær játtan til at halda fram við verkætlanini, so tey við tíðini fara at síggja uppaftur betri úrslit av hesi tænastuni.

Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík hevur fleiri næmingar, sum hava lættari sálarligar trupulleikar at stríðast við.

Lærarar og heilsufrøðingar hjálpa dagliga næmingunum við ymskum avbjóðingum, men sálarfrøðingurin hevur ein serførleika á økinum, ið kann koma ávísum næmingum til góða.

 
Er kopiera

Sí eisini

20.05.25
192104
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112