Psykiatri: Útgreina fleiri børn og ung

12.05.2022 - 10:40
Innlendis›Samfelag
Psykiatri: Útgreina fleiri børn og ung
Hetta er ein bati, men enn vantar ein langtíðarætlan fyri psykiatriska økið, sigur Sinnisbati
Nú verða fleiri útgreinað á barna- og ungdómspsykiatriini.

Tað skal ganga skjótari at sleppa til útgreining í psykiatriini. Tað sigur Heilsumálráðið.

Barna- og ungdómspsykiatriin fer í miðal at útgreina hálvtsætta fólk um vikuna, í staðin fyri sum higartil trý.

- Hetta er eitt stig á leiðini, heldur felagið Sinnisbati, sum vísir á, at í mars mánaði stóðu meira enn 200 børn og ung á bíðilista.

- Enn vantar langtíðarætlan fyri psykiatriska økið, sigur Gunnhild Persson, aðalskrivari í Sinnisbata.

 

Gunnhild Persson er aðalskrivari í Sinnisbata.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809