3,4 mió. kr. komu inn til Kris og Sinnisbata

3,4 mió. kr. komu inn til Kris og Sinnisbata
Stóra innsavningartiltakið, sum var sent í sjónvarpinum í kvøld, gav 3.465.834 krónur til Kris og Sinnisbata
3,4 mió. kr. góvu føroyingar teimum, ið arbeiða við at hjálpa fólkum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi ella líða av sálarsjúku
 
06.11.2021 - 21:36

Skipað var fyri einum stórum innsavningartiltaki fyri Kris og Sinnisbata í sjónvarpinum í kvøld. 

Sent var beinleiðs úr Mentanarhøllini á Eiði, har Sára Jógvansdóttir og Tórður Mikkelsen vóru vertir. 

Og føroyingar tóku veruliga undir við átakinum, tí tá kvøldið var runnið, høvdu fólk og fyritøkur latið 3,4 milliónir krónur til felagsskapirnar. 

Forkvinnurnar í Sinnisbata og Kris, Súsanna Olsen og Beinta M. Petersen.

Kastað var eisini lut um ein bil millum øll tey, ið høvdu stuðlar, og har gjørdist Jórun Wolles, sum býr á Eiði, tann hepni vinnarin. 

Endamálið við innsavningartiltakinum var eisini at bróta tøgnina um kynsligan ágang og sálarsjúku, og tað var gjørt við nógvum sterkum persónssøgum. 

Pengarnir, ið komu inn, skulu brúkast til at styrkja hjálpartilboðini, sum Kris og Sinnisbati bjóða teimum, ið venda sær til felagsskapirnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037