Gunnhild Persson nýggjur aðalskrivari í Sinnisbata

Gunnhild Persson nýggjur aðalskrivari í Sinnisbata
Átta umsóknir vóru til starvið
Gunnhild Persson
 
04.04.2022 - 11:58

Gunnhild Persson er sett í starv sum aðalskrivari í Sinnisbata. Hon tók við starvinum 1. apríl 2022.

Gunnhild Persson er 27 ára gomul, býr í Tórshavn og er útbúgvin innan politikk og umsiting. Gunnhild hevur gott innlit í føroyskar áhugafelagsskapir og hevur fleiri ára royndir í nevndararbeiði. Hon hevur eitt breitt innlit í føroysk samfelagsviðuskifti og politisku skipanina.

Átta umsóknir komu inn til starvið sum aðalskrivari í Sinnisbata.

Gunnhild fer sum aðalskrivari í Sinnisbata at hava ábyrgd av dagligu umsitingini og samskipan av størri verkætlanum og tiltøkum, umframt átøkum og kunningararbeiði. Harafturat fer hon at arbeiða við limarøkt og fundraising, sigur Sinnisbati í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028