ÍSF leggur nýggja strategi

22.05.2022 - 15:02
InnlendisSamfelag
ÍSF leggur nýggja strategi
Tey sjálvbodnu skulu fjálgast, og úrvalsumhvørvið skal styrkjast
Elin Heðinsdóttir Joensen heldur fram sum forseti í ÍSF í fýra ár aftrat.

Á aðalfundinum hjá Ítróttasambandi Føroya í gjár var ein nýggj strategi løgd fram.

Dentur verður lagdur á fýra øki: Øll skulu við, vit skulu fjálga um sjálvboðin - tað skal fyrst og fremst snúgva seg um ítróttagleði - og vit skulu styrkja úrvalsumhvørvið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Á aðalfundinum í gjár varð Elin Heðinsdóttir Joensen, sum hevur verið ÍSF-forseti síðani 2016, afturvald til forseta í fýra ár afturat.

Nevndarvalið annars bleiv ikki avgreitt sum ætlað, tí Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, sum stóðu fyri vali, ikki tóku við afturvali.

Hendan fráboðanin var tó komin so seint, at sersambondini ikki mettu seg hava stundir til at finna nýggj valevni til aðalfundin. Harumframt hevur Jon Hestoy, sum ikki stóð fyri vali hesaferð, boðað frá, at hann tekur seg úr nevndini í ótíð.

Sostatt verður neyðugt við eykaaðalfundi til at velja nýggja nevnd, men hann verður neyvan fyrr enn aftan á ólavsøku, tí á aðalfundinum í gjár var eisini samtykt, at aðalfundur, og harvið eisini eykaaðalfundu,r skal lýsast í minsta lagi tveir mánaðir frammanundan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815