Skulu framelska dygdirnar hjá einstaka næminginum

06.08.2022 - 13:08
InnlendisPolitikkur
Skulu framelska dygdirnar hjá einstaka næminginum
Spurnartekin verður nú sett við, um lands- og Pisa-royndir í fólkaskúlanum kunnu seta børnum í fjórða til sætta flokk ov stór krøv og tí ganga út yvir sálarheilsuna.

– Orsøkin kann vera, at stór krøv verða sett til børnini, millum annað í sambandi við landsroyndir og Pisa-royndir, sigur javnaðartingmaðurin, Jóhannis Joensen, ið vil hava Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, at svara nøkrum spurningum um hesar royndir.

– Spurningurin er, um vit brúka pengarnar rætt, og um úrslitini gagna næmingunum. Fólkaskúlin skal hugsað meir um at framelska dygdirnar hjá hvørjum einstakum næmingi, sigur hann.

Í fyrispurninginum spyr Jóhannis Joensen millum annað spurt um kostnaðin av lands- og Pisa-royndunum, hvussu úrslitini av teimum verða brúkt og hvørjar afturmeldingar eru.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur tingmaðurin, at samstundis sum hesar royndir eru á hvørjum ári, er veruleikin, at nógv børn hava avbjóðingar við sálarheilsuni.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290